Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið kannar eitt mál í Klaksvík, har knívur var uppi í leikinum.

Ein maður skal hava hótt ein annan, teir vóru kortini ikki áfastir, og tað kann eisini vera ivi um hetta var meira í spølni enn í álvara, men tá knívur ella vápn eru inni í myndini verður tað altíð tikið í størsta álvara og væntast kann eisini eitt eftirspæl.

- Tað er álvarsamt og ólógligt at hótta, men júst hvat og hvussu vita vit ikki enn. Tað er ikki altíð samsvar ímillum tað, sum tann eini hevur sagt, og tað sum hin hevur hoyrt. Fleiri avhoyringar skulu gerast, men tað er ikki óhugsandi at hetta endar við eini bót, sigur vakthavandi.

Í norðurøkinum vóru skonkistøð kannað í gjárkvøldið, har fór alt rætt fram viðvíkjandi afturlatingartíðum og øðrum, upplýsir vakthavandi á politigarðinum í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo