Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ímillum klokkan trý og fýra leygarmorgunin varð ein ungur maður álopin av fýra øðrum unglingum í vesturbýnum í Havn. Hendingin fór fram í J. Paturssonargøtu og álopni maðurin hevur meldað tilburðin til politiið, sum nú sóknast eftir møguligum vitnum.

- Hann kendi ikki álopsfólkini, sum hann heldur møguliga vóru tvær gentur og tveir drongir. Tey tóku onki frá honum, vildu bara gera honum ónáðir, og hann fekk umframt ein tannskaða eisini eitt blátt eyga og aðrar snuddir, greiðir vakthavandi frá. - Vit vilja fegin frætta frá fólki, sum møguliga hava sæð hendingina, leggur hann afturat.

Politiið var annars úti og kannaði bilar og bilførarar, bæði í norður- og eysturøkinum. Tilsamans vórðu heili 70 bilar steðgaðir, men onki var at koma eftir, hvørki hjá bilum ella førarum, verður sagt.

Nógv fólk var í býnum í Havn síðstu nátt. Í onkrum førum var illstøða um at taka seg upp, men tað bleiv ikki til nakað álvarsamt og onki mál er skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo