At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað eru tíverri ikki allir sjúklingar, ið hava tað líka gott í Føroyum í dag. Størsti trupulleikin er, at bíðitíðirnar til ymiskar ambulantar viðgerðir eru alt ov langar. Uppgerðin hjá Landssjúkrahúsinum vísur, at bíðitíðin til útgreinan og viðgerð í ymiskum serlæknagreinum er millum 6-20 mánaðir.

Tað tykist onkursvegna sum um, at man frá politiska síðu velur at góðtaka, at landsins heilsutilboð eru so avmarkaði. Vit sum arbeiða í skipanini duga tó hinvegin at síggja, at potentiale er fyri at gera stóra framgongd komandi árini.

Uppnormering
Tann mest nærliggjandi loysnin er, at vit fáa aktivera teir yngru læknarnir, ið sita uttanfyri skipanina. Eg havi sjálvur roynt at verið arbeiðsleysur lækni í tíðarskeiðum vegna plásstrot, síðani eg gjørdist liðugt útbúgvin, og eg kenni fleiri læknar, ið somuleiðis hava gingið arbeiðsleysir.

Tað vísur, at okkara skipan av sjúkrahúsverkinum er illa avgreidd. Tí mugu tey, ið vara av sjúkrahúsverkinum verða dugnaligari í teirra skipan – serliga Heilsumálaráðið og Løgtingið.

Játtanin til lønarútreiðslur røkkur, sum oftast, illa nokk til at dekka tær vanligt kravdu vaktfunktiónirnar. Um játtanin verður hækkað til sjúkrahúsdeplarnir, so vilja skjótt koma fleiri læknar til, ið kunna veita fjølbroyttar heilsutænastur – mest eyðsýnt hevði verið, at hjálpt til í tí ambulanta arbeiðinum, soleiðis at bíðitíðirnar til ambulanta viðgerð verður minkað munandi.

Harumframt er tað eisini tørvur á, at fáa meira manning av øðrum starvsfólkum. Vit skula seta fleiri sálarfrøðingar á vaksna- og barnapsykiatriina og hava fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í ambulatoriuni.

Serlæknamanningin
Tað gongur spakuliga framá við at fáa fleiri serlæknar í fast starv á Landssjúkrahúsinum. Tó er tørvurin framvegis stórur á fleiri økjum. Har finnast longu nógvar vælvirkandi konsulentskiparnir í ymiskum sergreinum, men vit hava tørv á at fáa fleiri í lag, so normeringin á serlæknaøkinum verður økt munandi.

So er eisini stórur tørvur á at fáa fleiri plássir til serlæknaútbúgving. Tað er avgjørt grundarlag fyri, at fáa bjóðað fleiri størv. Deplarnir ynskja hetta, og læknarnir standa í kø – men av onkrari orsøk fylgir fíggjarjáttanin ikki við, og tað er milt sagt ov vánaligt, tá heilsuverkið hevur serlæknatrot.

Stórt potentiale
Um politiska skipanin torur at hava ambitiónir fyri heilsuverkið og byrjar at uppraðfesta tað, so er eitt stórt potentiale fyri, at vit kunna fáa eitt heilsuverk, ið er í heimsflokki. Vit útbúgva fleiri læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur fakfólk enn nakrantíð áður, og áhugin fyri at arbeiða í Føroyum er eisini øktur.

Vit mugu tí geva heilsuverkinum teir fíggjarligu og strukturellu karmarnar til at brúka tað arbeiðsmegina, ið er her, og øll tey, ið eru ávegis. Hetta byrjar í Løgtinginum, og tað er eisini tað, ið eg ætlaði mær at arbeiða við, um eg fái tína atkvøðu.

Aksel Kambsskarð Berg
Valevni
Miðflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo