Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak
Skúli

Fróðskaparsetrið: Hvat kann henda, tá politiska skipanin torir at hugsa langt fram í tíðina, lurta eftir fakfólki og gera miðvísar íløgur í gransking og útbúgving? Menningin á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) er eitt ítøkiligt dømi um, hvussu nógv kann flytast rættan veg, tá politiska skipanin arbeiðir strategiskt og langskygt.

Útbúgving í sjúkrarøktarfrøði hevur verið í Føroyum í mong áratíggju. 

Tá Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya í 2008 varð lagdur saman við Setrinum,  vórðu umleið 30 lesandi tikin inn árliga, men granskingarvirksemið á økinum var sera avmarkað.

Langskygd politisk avgerð
Eitt avgerandi frambrot kom, tá ein samd figgjarnevnd í 2012 mælti løgtinginum til at marka peningin í Sjúkrakassagrunninum til heilsugransking.

Í samráði við fakfólk valdu myndugleikarnir at gera eina miðvísa strategiska íløgu við trimum høvuðsmálum: at styrkja heilsugransking við stuðli gjøgnum Granskingarráðið, at stovna eina masterútbúgving í heilsuvísindum og at skipa eitt formligt granskingarsamstarv millum Setrið, Sjúkrahúsverkið og táverandi Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Hetta var ein framsøkin avgerð, tí úrslitini kundu ikki væntast at koma beinanvegin. Tað kravdi politiskt dirvi at hugsa longri enn til rakstur á næstu fíggjarlógini og gera íløgur í førleikar, útbúgvingar og samstarvsbygnaðir, sum skuldu mennast yvir fleiri ár.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #