Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavn.fo: Henda leygardagin reyða, sum er leygardagurin millum Langa Fríggjadag og Páskadag, gongur móti ljósari tíðum. Náttúran byrjar at spretta. Og her í Finsen síggja vit listarligu gávurnar spretta. Niels Ryberg Finsen var ein slóðari á sínum øki, og tað sama kann sigast um fleiri av tykkum listarfólkum her. Tit eru slóðarar á tykkara øki.

- Henda framsýningin er endin á PRENTVIKUNI 24, har tað hava verið framsýningar og støkk-upp-søla ymsastaðni í býnum. Tí gleðir tað meg eisini, at Tórshavnar kommuna hevur havt møguleika at veita tykkum hesar góðu umstøðurnar í Finsen. Her kunnu tit arbeiða og her kunnu tit hava framsýningar.

- Tað er altíð stuttligt at ganga framvið uttanfyri her og síggja virksemið innanfyri. Á myrkum vetrarkvøldum kveikja ljósini her inni hjá tykkum lív í býnum. 

- Við hesi framsýningini vísa tit tað, ið tit hava gjørt á verkstovum. Tit arbeiða við einum handverki, sum er undir trýsti, tí tað í dag ber til at gera alt á teldu. Men tað er ikki tað sama. Tí eitt handverk er nú einaferð eitt handverk.

- Niels Finsens gøta úr miðbýnum niðan ímóti Havnará er í dag nærum vorðin ein listagøta við føroyskari sniðgeving, framsýningarhølum, Sjónleikarhúsinum og verkstovum og framsýningum her í Finsen. Og her í nánd er eisini annað listarligt virksemi.

- Hetta ber prógv um, at listin blómar í Havnini. Og eg haldi, at eg tori at siga, at Tórshavnar kommuna eisini er listahøvuðsstaður Føroya. Og tað er ikki minst tykkum listafólkum at takka. Tit eru virkin, og nærum hvørja viku eru framsýningar í Tórshavnar kommunu. Bæði í privatum hølum, í kommunalum hølum og í almennum hølum. So tit listafólk ríka kommunu okkara. 

- Og listin er umráðandi fyri eitt samfelag. Listin fær okkum at hugsa og at kjakast, tí list bjóðar av. Gunnar Hoydal, sáli, segði í mentanarálitinum frá 2000: ”Listin er neyðuga saltið í allari mentanini og er tann megin, ið gevur mentanini nýtt blóð” 

- Og listin hevur stóran týdning fyri Tórshavnar kommunu. Tí hevur Tórshavnar kommuna fleiri stuðulsmøguleikar til listafólk. Í løtuni ber til at søkja um stuðul til størri listarligar verkætlanir. Freistin er 8.apríl. Eisini ber í løtuni til at søkja úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn. Freistin er 1.apríl.

- Soleiðis er gjøgnum alt árið møguleikar at søkja um mentanarstuðul av ymsum slag frá Tórshavnar kommunu. Vit stuðla, tí tit duga, og tí tit menna Tórshavnar kommunu.

- Henda framsýningin er endin á PRENTVIKUNI, sum Steinprent, ListGraFo, Listasavn Føroya og Litbrigdi hava verið partur av. Hetta er ein øðrvísi framsýning, har vit vitjandi fáa høvi at hitta tykkum listafólk á tykkara básum, sum jú eisini eru sølubásar.

- Kommunan gevur tykkum fysisku karmarnar her í Finsen. Men listarligu karmarnar, teir seta tit sjálvi. Har er tað bara hugflogið, ið setur mørk. Og eg haldi, at vit kunnu siga, at her er veruligt listarligt hugflog í Finsen. Tað gongur sjón fyri søgn.

- Hjartaliga til lukku við framsýningini. Gleðiligar páskir øll somul, segði Heðin Mortensen, borarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo