Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skráin í ár er serliga spennandi, tí hon fevnir um framsýningina ”PRENT VERK´22”, har heili 23 grafikklistafólk sýna fram prent.

Endamálið við “PRENT VERK” er at varpa ljós á og fagna tí fjølbroytni, ið er innan grafikk og prent.

Tey, ið sýna fram síni verk eru Annika Arge Gregoriussen, Ann Mari Dam, Ása Helena Brynjarsdóttir, Ásla Rannvá Svensson, Bárður Dal Christiansen, Birgit Kirke, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Guðrið Helgadóttir Larsen, Hervør Hanusardóttir, Henny Dánialsdóttir, Jensia Brodersen, Margit Brøndum Johannesen, Maria Smith, Marjun J. Hentze, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Petra Eliasdóttir Mikkelsen, Rakel Helmsdal, Rikke Bak, Tove Askham, Tóra Hammer og Oggi Lamhauge.

Fernisering er hósdagin 17. mars kl. 16.00 við røðum, tónleikaframførslu, hugna, prát og góðum til góman.. Opið er tá til kl 20.00. Øll eru vælkomin.

Síðani er framsýningin opin fyri almenninginum til og við 6. apríl. Gerandisdagar frá kl. 15.00 til 17.30 og leygardagar frá kl. 11.00 til 14.00.

Á Ribarhúsloftinum eru ymiskar verkstovur hvørja viku, har bæði roynd og óroynd kunna luttaka. Alt stendur klárt til luttakararnar, tá ið teir koma á verkstovuna. Tilfarið, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi. Verk­stovurnar vera tillagaðar luttakarunum. Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Mánadagin 21. og týsdagin 22. mars eru HÁPRENT verkstovur á skránni. Onnur verkstovan er ætla vaksnum og á hinari er møguleiki hjá ungum niður í 10 ár at lut­taka. Arbeitt verður skapandi við at skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut og Speedy-cut easy. Vit royna pressuteknikkir við pressu, B-pressu, Baren og skei.

Mánadagin 28. mars er DJÚPPRENT verkstova fyri bæði byrjarar og roynd innan grafikk. Á verkstovuni verður arbeitt við serligari tøkni frá Akua, har plátur verða dekkaðar við Carborundum Gel og síðani verða myndaevnir reinsaði og skavaði í plátuna. Prenta verður við pressu og Akua Pin-pressu.

Mándagin 4. apríl er SERIGRAFI verkstova fyri byrjarar. Á verkstovuni verður arbeitt við at prenta myndaevnir gjøgnum uppspent net á rammu. Vit gjøgnumganga ymsar teknikkir og prenta á bæði pappír og klæði.

Hósdagarnar 24. og 31. mars frá kl. 15.00 til 17.30 er Grafikk-TREFF & Lúkukaffi. Tá eru øll vælkomin til prát, kveikjan og hugna. Edith Mørkøre er til staðar til prát um fram­sýningina, verkstovurnar og tilfarið, sum LITBRIGDI umboðar. Til ber at ogna sær prentútgerð, listavørur og annað. Kaffi, te og okkurt gott kann keypast í kafeini.

STØKK-UPP Sølubásur hjá LITBRIGDI er opin frá 24. mars. Gerandisdagar frá kl. 15.00 til 17.30 og leygardagar frá 11.00 til 14.00 til og við 6. apríl.

Les meira um prentvikurnar og tilmelda verkstovur á heimasíðuni www.LITBRIGDI.net

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo