Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Onnur tíðindi

Ein 53 ára gamal katólskur prestur í Ecuador doyði leygarkvøldið, tá ein stórur trækrossur losnaði úr vegginum og datt niður á hann undir eini gudstænastu, sum varð send beinleiðis á sosialum miðlum. Tað skriva fleiri bæði altjóða- og lokalir miðlar.

Presturin, Patricio Alfredo Sánchez Molinari, helt gudstænastu í kirkjuni Nuestra Señora del Perpetuo Socorro í býnum Guayaquil, tá vanlukkan hendi.

Á upptøkunum sæst, hvussu krossurin brádliga dettur niður og rakar prestin í høvdið. Kirkjufólkið rópar eftir hjálp og biður um sjúkrabil.

Tað merkisverda er, at presturin bert fáar minuttir frammanundan hevði talað um deyðan.

– Ein dag skulu vit øll, sum eru her, doyggja, segði hann millum annað og minti samkomuna á týdningin av at brúka tíð saman við Gudi og familjuni.

Biskupsdømið í Guayaquil hevur váttað andlátið. Enn er ikki greitt, hví krossurin losnaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #