

Wagnerleiðarin Jevgenij Prigozjin sigur í nátt, at hermenn hansara eru komnir um markið til Russlands, skriva útlendskir miðlar.
Prigozjin sigur, sambært tíðindastovunum, at Wagner-hermenninir eru har suðuri í russiska býnum Rostov.
- Vit fara at oyða alt sum hundrar okkum, hevur Wagner-leiðarin sagt.
Sambært Reuters sigur Prigozjin at hermenn hansara eru til reiðar at fara «allan vegin».
Trygdarráðið í USA sigur seg fylgja við støðuni í Russlandi.
- Vit fylgja við støðuni og fara at hava samrøður við okkara samstarvspartar um hesa nýggju støðuna.
Myndir, sum helst eru tiknar í nátt, vísa hernaðarlig akfør í gøtunum í Rostov, skriva útlendsku miðlarnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo