Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Ferskastu hagtølini fyri søluna av nýggjum persónbilum geva eina ábending um, at rentuhækkingar, inflasjón, vaksandi prísir á brennievni og rávørum umframt stóru óvissuna um framtíðarútlitini eftir russisku innrásina í Ukraina, ikki hevur havt stórvegis ávirkan á eftirspurningin og privatu nýtsluna í føroyska samfelagnum.

Í apríl og mai í ár vóru tilsamans skrásettir 67 fleiri persónbilar, samanborið við somu tíð í fjør, sí myndina niðanfyri. Hetta svarar til ein vøkstur á 19%.

##med2##

Fyrivarni skal sjálvandi takast fyri, at ein partur av vøkstrinum í nýskrásettu persónbilunum stavar frá, at føroyska ferðavinnan er við at fóta sær aftur, eftir at korona avmarkingarnar eru settar úr gildi. Tí stavar ein partur av vøkstrinum av nýggjum persónbilum frá leigubilum, sum nú verða skrásettir til at leiga út til útlendsk ferðafólk í summar.

Tað er sjálvandi ikki nóg mikið, at grundað brúkaraálitið á eftirspurningin og søluna av nýggjum persónbilum, men bilarnir standa ofta fyrst fyri, tá ið brúkarin gerst meiri ótryggur um framtíðina og velur at stramma lívreimina.

Skrásetingin av nýggjum persónbilum er tí eitt týdningarmikið lykatal, tá ið vit skulu lodda dýpið viðvíkjandi brúkaraáliti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo