Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Inflasjón og progressivi landsskattastigin

Spurningar:
1. Hvat var miðal árligi lønarvøksturin í prosentum hjá Føroya Arbeiðarafelag í tíðarskeiðinum 2012-2021?

2. Hvussu høgur var landsskatturin í miðal í prosent av inntøkuni hjá føroysku borgarunum í tíðarskeiðinum 2012-2021 hvørt árið sær?

3. Hvat var marginali landsskatturin fyri síðst tjentu krónuna hjá føroyingum í miðal í tíðarskeiðinum 2012-2021 hvørt árið sær?

4. Heldur landsstýrismaðurin, at mørkini í landsskattastiganum eiga at verða prístalsjavnað?

Viðmerkingar:
Tað verður nógv tosað um høgu inflasjónina í hesum døgum. Høg inflasjón hevur nógvar keðiligar avleiðingar við sær.

Ein avleiðing av inflasjón, sum lítið ella einki hevur verið at hoyrt um, er, at borgarin sum frálíður verður skattaður harðari, og tað eisini hóast at lønir og brúkaraprístal vaksa við somu ferð. Orsøkin er tann progressivi landsskattastigin.

Mørkini í landsskattastiganum eru føst, meðan nominellu lønirnar og prísstøðið hækka so líðandi. Tað merkir, at alsamt størri partur av nominellu lønini sum árini ganga verður lyft upp á tey hægru landsskattastigini, og tí verða borgarar skattaðir alsamt harðari sum frálíður. Hesum hevði ein prístalsjavning av landsskattastiganum kunna byrgt fyri.

Brúkaraprístalið vaks sambært hagtalsgrunni Hagstovunnar við í miðal 0,32% árliga árini 2012-2021.

Spurningurin er, hvussu stórur lønarvøksturin hevur verið samanborið við prístalsvøksturin í hesum tíðarskeiði, og í hvønn mun skattatrýstið er vaksið hesi árini vegna tann progressiva landsskattastigan við føstum mørkum.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 3. juni 2022
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo