Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit í Føroyum skulu broyta tankagongd, tá tað viðvíkir loysnum á eldra- og røktarøkinum. Vit skulu síggja møguleikarnar við privatum ellis- og røktarheimum, sum kunnu fáa almennan stuðul. Hetta skal vera afturat teimum ellis- og røktarheimum vit hava í dag.

Eg havi arbeitt á einum fantastiskum privatum heimið í Danmark - Dagmarsminde eitur tað.

Hetta heim fekk somu sømdir frá landinum, sum hini almennu heimini í Danmark. Eg má siga, at hetta er eitt sera gott alternativ til verandi ellis- og røktarheim, og kann sjálvandi eisini brúkast til onnur heim, har búfólk hava avbjóðingar.

Í Dagmarsminde kunnu øll søkja um at búgva har - eisini persónar, sum bert hava fólkapensjón.

Grundin til at hetta letur seg gera, er, at tey við lágari inntøku fáa boligsikring í Danmark, sum ger, at roknistykkið gongur upp fyri tey.

Hetta privata heimið í Dagmarsminde hevur givið mær sovorðnan íblástur, og tí vil eg arbeiða fyri, at føroyingar eisini uppliva eitt livandi heimligt ellisheim- og røktarheim, har fokus ikki einans er á sjúku og elli.

Har tey viðgera við empati og ikki kemi, sum tey plaga at taka til á Dagmarsminde.

Og eg merki, at tað eru fleiri við mær her í Føroyum, sum haldi tað sama.

Eg eri biðin um at halda fyrilestrar fyri skúlar, kommunur og ellis- og røktarheim, so áhugin er har!

Eg ivist ikki eina løtu í, at hesin leisturin við privatum heimum saman við almennum, hevði lyft ellis- og røktarøkið á eitt hægri støði.

Fokus skal vera á menniskjað, og sum ikki ber brá av eini institution. Har leiðslan er sjónlig, og veit hvat skal til fyri at búfólkini og arbeiðsfólkini trívast, mennast og eru glað.

Harriet Høgnesen
valevni fyri Sambandsflokkurin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo