Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Banki: Fyri at stuðla kundum okkara í at taka burðardyggari avgerðir, skipaðu vit fyri einum skeiði fyrst í 2024, ið hevði til endamál at geva einstaka privatkundaráðgevanum innlit í burðardygd, burðardyggu dagsskránna og ikki minst at gerast før/ur fyri at brúka hesa vitanina í ráðgevingini.

Vit vilja vera eitt burðardygt samtak og ganga á odda í grønu umleggingini. Vit eru tilvitað um, at vit kunnu gera stóran mun gjøgnum okkara kundar, og tí hevur sjálv ráðgevingin alt at siga.

Frammanundan hava vinnukundaráðgevar verið til skeið í burðardygd í fjør.

Árni Jóhan Petersen, burðardygdsráðgevi í Føroya Banka, hevur ment burðardygdsskeiðið og hevur eisini sjálvur undirvíst í onkrum parti.

Ein stór ábyrgd
Tað verður kravt av peningastovnum at tosa við kundar um burðardygd. Ráðgevar skulu spyrja kundar um, hvørjar burðardyggar loysnir teimum dámar betur, enn aðrar, og skulu síðani tosa við kundan um, hvussu hann kann røkka sínum málum.

Sum peningarstovnur hava vit átikið okkum leiklutin at gera kundar okkara førar fyri at taka avgerðir, ið hava jaliga ávirkan á grønu umleggingina. Tí er skeiðið ein natúrligur liður í hesi ætlan.

Áleið 60 privatkundaráðgevar gjøgnumførdu skeiðið, ið m.a. viðgjørdi burðardygd altjóða og í Føroyum, heimsmálini hjá ST, CSR og ESG, retorikk sum amboð í ráðgevingini, orkumetingar av húsum, el-bilar, og íløgur og burðardygd.

Ráðgevarnir skulu ikki vera serfrøðingar í burðardygd, men skulu duga at veita fíggjarliga ráðgeving í mun til burðardyggar avgerðir.

Fara at hava sama skeið í Grønlandi
Ráðgevarnir vórðu skipaðir í tveir bólkar við 30 starvsfólkum í hvørjum, og harumframt luttóku limir í leiðslubólkinum eisini á skeiðnum. Hetta var eitt sera væleydnað skeið. Tað var eyðsæð, meðan skeiðið var í gongd, men tað endurspeglaðu eftirmetingarnar eisini. Ráðgevarnir síggja ein stóran tørv á ráðgeving í burðardygd, tí var skeiðið bæði viðkomandi og áhugavert, søgdu ráðgevarnir.

Nú skeiðið er av her í Føroyum, eru vit í gongd við at fyrireika eitt líknandi skeið fyri okkara privatkundaráðgevum í Grønlandi. Nøkur av evnunum vera tey somu, meðan onnur mugu tillagast til tann grønlendska samanhangin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo