Filmsfelagið: Ilt er at spáa um film, og hvussu hann skrivar seg inn í søguna. Tað var hvørki eyðsæð ella lá í kortunum, at ”Psycho” skuldi blíva hin kendasti hjá Hitchcock, og tann filmur, sum kastaði mest av sær.
Eftir at hava gjørt sjónvarpsrøðina ”Alfred Hitchcock Presents” heitti hann soleiðis hissini á lítla framleiðsluliðið at gera ein skjótan og bíligan ræðufilm. The rest is history, sum tey siga.
Síðan ”Psycho” kom á biografløriftini í 1960, hevur filmurin flutt okkara fatan av einsligum motellum, vinarligum móttøkufólki, brúsum og forhangi, biltúrum, gomlum mammum, útstappaðum fuglum og undarligum máltíðum í undarligum rúmum, alt samalt smálutir, ið byggja upp undir ræðusøguna ”Psycho”.
Tveir dagar undan at Filmsfelagið fyllir trýss, hava vit valt at vísa ”Psycho”, sum er reindyrkaður óhugni á hægsta støði, tá pliktuppfyllandi og fyrikomandi mammudrongurin, Norman Bates (Anthony Perkins), tekur ímóti gestum, sum púra frívilliga vilja gista. Filmurin er á tremur við sniðfundiga raffineraðum sekvensum, tónleikurin hjá Bernhard Herrmann etur seg inn í oyra, og svarthvíta fotograferingin hjá John L. Russell setur søguna í rætta karmin við perfektum fotoarbeiði millum ljós og myrkur.
Sum hann hevði til fragd í sjónvarpsfilmum, so sæst Hitchcock í kovboyhatti einar fýra minuttir inn í filminum.
5/10 kl 20:00 Psycho (Alfred Hitchcock USA 1960 109 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo