Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! Eitt brak av eini konsert er í væntu, tá ið norski bólkurin Das Body kemur á vitjan. Tónleikurin tey spæla er er eitt slag av punkdisko tónleiki.

Ellie Linden eitur orkumikla songkvinnan, sum stendur í miðjuni, og hon minnir ikki sört um eina blanding av Debbie Harry og Gwen Stefani.

Hettar er ein av hasum bólkunum, har tað er ringt at fanga teirra sonnu orku á upptökum - eins og tað er ringt at fanga hugflog og goyma tað á flösku.

Boðini eru stutt og greið: Das Body skal upplivast! Og tað kanst tú á G!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo