

BirkBlogg: Eftir hugnaliga móttøku við sushi og prosecco, varð triðja Minnilutafilmstevnan FIMFF19 sett í Norðurlandahúsinum við filminum Buoyancy, Uppdrift, í kvøld.
Fitt av fólki var í Høllini, og umframt at harta nýsetta mentamálaráðharran fyri at kasta fyrireikarunum fyri at vera ónormal og at vísa ónormalan film, nýtti Nadia høvið at takka hjálparfólkunum fyri avrikið, Dan Helgi í Gong, Siri Sørensen og Bard Ydén. Í dómsnevndini, sum longu sunnukvøldið skulu finna vinnarafilmarnar, eru Jón Hammer, Isold Uggadóttir og Silje Poulsen Viki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo