Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Putin hevur boðað frá, at hann fer at herða kríggið móti Ukraina. 300.000 fólk afturat verða kallað til hertænastu.

At røkka málinum at valdstaka eystara og sunnara part av Ukraina, hevur Putin almannakunngjørt, at fólkaatkvøða skal vera í landslutunum Luhansk, Donetsk, Zaporizhia og Kherson.

Fólkaatkvøða sum greitt er ólóglig í mun til fólkarættin, umframt, at vissa er fyri, at úrslitið verður manipulerað til fyrimuns fyri Russland.

Alheims leiðarar hava samfelt hvassliga fordømt valdstøkuna og ætlaðu ólógligu fólkaatkvøðuna í landslutunum.

Endamálið við atgerðini hjá Putin er eisini greið. Tá landslutirnir hava atkvøtt seg undir russiskt ræði, eru teir partar av Russlandi, og allar hernaðarligar atgerðir í landslutunum verða mettar sum krígsavbjóðing móti Russlandi, og tilskilar Putin sær rætt at brúka øll tøk vápn sum aftursvar, íroknað hópoyðingarvápn.

Í síni røðu til russiska fólkið pástóð Putin, at tað vóru ukrainar, sum hóttu Russland, og at framferðin hjá ukrainum, sum hann kallaði neonazistar og brotsmenn, móti sakleysum var óhoyrd.

Putin kvitteraði við at siga, at hóttanirnar frá honum um hópoyðingar- og kjarnorkuálop ikki var bluff.

Óunnuliga fráboðanin hjá Putin um víðkanina av krígnum, manipulatiónin og lygnir, umframt óhugnaligu hóttanin um kjarnorkukríggj, eigur at verða orsøk til, at øll standa øksl við øksl móti skelkandi atburði Putins og hansara leigusveinum.

Tí eigur landsstýrið eisini at taka støðuna til viðgerðar. Okkara støða skal at vera greið, Føroyar mótmæla harðliga saman við vesturheiminum óhugnaligu atferð Putins og russa.

Eingin kann góðtaka eskaleringina hjá Russlandi móti Ukraina og kjarnorkuhóttanina móti Vesturheiminum.

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo