Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið.

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Sum liður í hesi tilgongd skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni á Hotel Føroyum hin 19. apríl 2023. Ein skrá fyri dagin verður løgd út í næstum.

Gestarøðarar vera tveir granskarar, sum hava drúgvar royndir við virðisøking í fiskivinnuni. Annar fyrilestrarhaldarin er Margareth Kjerstad úr Noregi, sum er granskingarleiðari á C Food Norway - ein fyritøka, ið framleiðir hágóðskuvørur burtur úr hjávørum, so sum høvd, bein og innvøli. Hin fyrilestrarhaldarin verður eitt umboð frá Matís í Íslandi, sum eisini hevur arbeitt innan hetta virkisøkið í mong ár.

Eftir fyrilestrarnar frá gestarøðarunum verða framløgur frá umboðum úr føroysku fiskivinnuni, sum hava gjørt sær royndir innan økið. Hesar framløgur fara serliga at leggja dent á møguleikar, forðingar og hvat krevst fyri at menna hjávørur (høvd, innvøl o.a.) úr botnfiskiskapinum til hávirðisvørur, og at virðisøkja uppsjóvartilfeingið í størri mun enn gjørt verður í dag.

Melda teg til ráðstevnuna her: Leinkja

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo