Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað vóru føgur orð at hoyra frá formanninum í Flogbóltssambandinum, Magnusi Tausen, tá ið ið hann segði nøkur orð og heilsaði venjaranum hjá SÍ, Rajko Petrovic, sum hevði sína finalu nummar 100 - og vann hana eisini.

Rajko Petrovic kom í 2001 til Føroya at leika við Meistaradeildini hjá SÍ. Seinni gjørdist hann spælandi venjari hjá liðnum.

Í 2006 fer hann av aftur landinum, men longu í 2009 kemur hann aftur til SÍ.

Í 2010 byrjar hann at venja ungdómsliðini hjá felagnum og síðstu árini hevur hann vant øll ungdómsliðini.

Hansara ungdómsarbeiði í Sørvági hevur givið sera góð úrslit og er SÍ mest vinnandi felag í yngru deildunum.

VP ynskir Rajko Petrovic og familju til lukku og mong ár og mangar finalur framyvir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo