Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2021 var 407,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 28,2 túsund tons, harav 17,6 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og 10,6 túsund tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 348,4 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 52,9 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 57,4 milliónir krónur.

Úrslitið eftir skatt fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 428,1 milliónir krónur í mun til 471,7 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri fyrra hálvár var rakstrarúrslitið 631 milliónir krónur í mun til 430 milliónir krónur sama tíðarskeiðið 2020, og úrslitið eftir skatt var 836 milliónir krónur fyrra hálvár 2021 mótvegis 324 milliónum sama tíðarskeið í 2020.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

„Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Marknaðurin hevur verið merktur av Korona farsóttini, men hóast hetta er marknaðurin batnaður nógv í hesum ársfjórðinginum. Serliga er hettar galdandi fyri amerikanska marknaðin, ið er vaksin nógv. Altjóða tøkan av laksi øktist bert 1% í hesum ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tó eru munandi nøgdir av frystum laksi, ið hevur ligið á goymslu, eisini seldar á heimsmarknaðin. Tískil øktist samlaða útboðið av laksi nærum 9% í mun til sama ársfjórðing í fjør. Samanumtikið eru útlitini fyri restina av 2021 og fyrru helvt av 2022 góð, tí nógv minni av laksi kemur á marknaðin samanborið við sama tíðarskeið árið fyri.

Vit eru serstakliga væl nøgd við at okkara smoltstøðir í Føroyum áhaldandi mennast. Í hesum ársfjórðingi hava vit sett út 3,2 milliónir smolt í Føroyum við miðalvekt uppá heili 422g. Sostatt eru vit næstan komin á mál í mun til strategiina hjá okkum um at ala stór smolt við miðalvekt á 500g. Útbyggingarnar av okkara smoltstøðum gonga sum heild væl, bæði í Føroyum eins og í Skotlandi, har størri og betri smolt fer at hava sera stóra jaliga ávirkan á alingina. Tískil er hettar høgt raðfest í okkara umfatandi íløguætlan fyri virksemið í Føroyum og Skotlandi. Íløguætlanin gagnar eisini samfelagnum sum heild, tí nærum tveir triðingar av teimum vørum og tænastum vit keypa, eru frá lokalum veitarum. Í fyrru helvt av 2021 hava vit keypt vørur og tænastur frá føroyskum veitarum fyri í alt 876 milliónir krónur og fyri 500 milliónir krónur í Skotlandi.”

Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 28.196 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 17.561 tons tikin í Føroyum í mun til 12.941 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 10.634 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.937 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans vórðu 5,2 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi í mun til 5,8 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 3,2 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 2,1 milliónir smolt í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 348,4 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2021 í mun til 134,4 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 343,2 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2021 samanborið við 85,8 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Tøkan eins og laksaprísirnir vóru hægri í øðrum ársfjórðingi samanborið við annan ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 52,9 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 28,8 annan ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 5,3 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2021 var 57,4 milliónir krónur samanborið við 49,9 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.903 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi 2021 í mun til 1.753 milliónir krónur við ársenda 2020. Bakkafrost hevði 1.523 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á øðrum ársfjórðingi 2021.

ÚTLIT

Marknaður
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar at altjóða tøkan av laksi øktist umleið 1,0% í øðrum ársfjórðingi 2021 í mun til sama ársfjórðing árið fyri. Samanlagt við frysta laksinum, ið varð seldur av goymslu, øktist samlaða útboðið av laksi við umleið 8,9% í ársfjórðinginum samanborið við sama ársfjórðing 2020. Hóast hendan útboðsvøkstur hækkaði laksaprísurin í øðrum ársfjórðingi, millum annað orsakað av at matstovuvinnan hevur ment seg nakað aftur aftaná Koronafarsóttina. Væntandi batna marknaðarviðurskiftini enn meira, tá ið londini á høvuðsmarknaðunum koma longur við koppsetingini móti Korona.

Altjóða tøkan av laksi í triðja ársfjórðingi 2021 verður mett at minka 4%, samanborið við triðja ársfjórðing 2020. Vøksturin í søluni av laksi í 2021 verður mettur til 5-6% í mun til 2020.

Aling
Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið góð í øðrum ársfjórðingi. Fiskurin hevur vaksið væl, fóðurfaktorin hevur verið lágur, og góðskan á tikna fiskinum hevur verið avbera góð. Bakkafrost hevur gjørt íløgu í nýggja tøkni til mekanisk lúsaviðgerð móti laksalús. Nýggja skipanin fer at betra enn meira um djóravælferðina og minka um fellið.

Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til 500g í 2022. Í øðrum ársfjórðingi var miðalstøddin á útsetta smoltinum í Føroyum 422g. Við teimum útbyggingum av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali, sum eru í gongd, verður í 2022 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 20 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500g.

Alingin í Skotlandi batnar alsamt, og Bakkafrost hevur gjørt nógvar íløgur í sjógvalingina. Høvuðsdenturin verður tó lagdur á at gera íløgur, ið tryggja hægri góðsku og størri smolt. Bakkafrost ætlar tí komandi árini at gera stórar íløgur í Skotlandi og byggja 3 stórar smoltstøðir og harvið framleiða stór smolt, eins og í Føroyum. Hettar fer at betra munandi um alingina í Skotlandi um nøkur ár. Tann fyrsta av hesum trimum smoltstøðum er smoltstøðin Applecross, sum í løtuni verður víðkað og uppstigað munandi. Hettar verður væntandi liðugt við ársenda 2022, men fer longu seinni í ár at betra nakað um góðsku og stødd á smoltinum í Skotlandi.

Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.

Í 2021 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,5 milliónir smolt í Føroyum og 11,0 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,3 milliónir smolt í 2020, 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er 66.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 40.000 tons í Skotlandi. Sostatt verður samlaða tøkan í 2021 væntandi 106.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hettar ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt, nakað sum hevur verið ein stórur fyrimunur undir Korona farsóttini. Sostatt hevur Bakkafrost megnað at møtt tí økta eftirspurninginum eftir liðugvørum, sum hevur verið undir Korona farsóttini. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 31% av væntaðu samlaðu tøkuni í 2021. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2021 er 929 túsund tons, sum er ein lækking á 20% samanborið við 2020. Eftir 30. desember 2020 hevur Marine Stewardship Council (MSC) tikið burtur MSC-merkingina á svartkjaftinum. Fyri at tryggja MSC-merkta rávøru til ASC-merkta laksin hjá Bakkafrost, hevur Bakkafrost í 2020 økt munandi um goymsluna av MSC-merktum fiskamjøli, heldur enn at selja mjølið.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2021 verður væntandi lægri enn í 2020. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2021 er hækkað og verður mett til 120.000 tons.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisføri og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.

Samanumtikið er Bakkafrost væl á leið við íløguætlanini. Smoltstøðin á Strond er liðug og útbygging av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali er í gongd. Í øðrum ársfjórðingi 2020 skrivaði Bakkafrost undir avtalu um bygging av nýggjum brunnbáti á 7.000 m3. Hesin verður m.a. útgjørdur við hybrid-tøkni fyri at minka um útlátið. Nýggi brunnbáturin, ið verður liðugur í fyrru helvt av 2022, fer at tryggja enn betur møguleikar fyri lúsaviðgerð við feskvatni og hevur harafturat ein týdningarmiklan leiklut í mun til aling á opnum havi.

Biogassvirki FÖRKA er tikið í nýtslu og økir alsamt um framleiðsluna av grønari orku – bæði el til netið hjá SEV og fjarhita. Hettar fer at minka CO2 útlátið við 11.000 tonsum.

Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350-400 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini. Ein stórur partur av hesum er til bygging av 3 stórum smoltstøðum. Bakkafrost fer at greiða nærri frá íløguætlanini á íleggjaradøgunum, ið verða hildnir í Føroyum 14.-15. september í ár.

Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Afturat hesum hevur Bakkafrost endurfíggjað samtakið við 352 milliónum EUR til føroyska virksemið, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við 100 milliónum GBP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo