Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú fólkaskúlin ætlar sær at eftirlíka ynskinum hjá United Nations, World Health Organisation og satanistunum sum hava maktina í UN og WHO, vil eg hervið ávara um tað sum skúlin er í holt við.

United Nations er komið við eini altjóða vegleiðing um seksual undirvísing. Hon er gjørd fyri at børn heilt frá barnagørðum skulu verða undirvíst um hvussu tey vaksnu gera, og ikki bert hvussu maður og kona gera, men eisini hvussu maður og maður, og kona og kona gera.

Hendan vegleiðing frá UN kemur frá sjálvum djevlinum, og undrar tað meg stórliga, at nógv av teim ráðandi ikki vakna, tí hendan læran, sum er við at verða innførd í Føroyum, kemur at forkoma nógvum børnum og vaksnum.

Eru tit góð við børn tykkara, so latið tey fáa frið fyri slíkum. Tey skulu nokk finna út av hvussu tingini hanga saman tá tey verða eldri.

Vendið við til Harran Jesus, og gevist við syndum tykkara, so tit ikki verða glataði!

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo