Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fiskimannafelagið: Í kvøld kl 18.30 verður árliga Fiskivinnutingið í Klaksvík í sambandi við Sjómanna­dagin

Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum frá 18.30.

Fiskivinnutingið, sum verður fyriskipað av Føroya Fiskimannafelag, verður á Skúlatrøð og byrjar kl. 18.30. Høvuðsevnið á fundinum er orðað sum ein spurningur: Ber til at virðisøkja fiskatil­feingið meira, enn gjørt verður í løt­uni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?

 Lagt verður upp til, at evnið skal viðgerast við atliti at tveimum ymiskum produkt-sporum:

- Eru ótroyttir møguleikar fyri virðisøking av fiskatilfeinginum, tá ið tað kemur til matvørur úr fiski (fiskur í dósum og aðrar liðugtvørur, nýggjar tøkniligar viðgerðir av rávøruni osfr.)?

- Hvørjir eru møguleikarnir fyri virðisøking av fiskatilfeinginum við øðrvísi produktum, tvs. vør­um úr fiski, grundaðar á biotøkni o.l. (kend dømi: plástur úr skræðu, lýsi o.l., tablettir)?

Tríggjar framløgur vera:

- Sigurjón Árason, yvirverkfrøðingur á Matís og professari á Háskóla Íslands: Virðisøking – royndirnar í Íslandi

- Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum: Virðisøking og fjøltáttan av búskapinum í samfel­ags­búskap­ar­ligum høpi – fyrimunir, møguleikar og avbjóðingar

- Ben Arabo, stjóri í Framtaki: Fígging av nýggjum/innovativum framleiðslum

Pallborðsorðaskifti
Pallborðið verður mannað við umboðum fyri politisku flokkarnar á tingi. Hvørt umboðið fær fimm min­utt­ir til at seta fram tær visiónir og ætlanir, ið flokkur teirra hev­ur á økin­um.

Fólkaflokkurin: Árni Skaale
Sambandsflokkurin: Johan Dahl
Javnaðarflokkurin: Uni Holm Johannesen
Tjóðveldi: Dennis Holm
Framsókn: Árni M. Dam
Miðflokkurin: Steffan Klein Poulsen

Eftir inn­­leiðandi um­farið verður orðaskifti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo