![Eysturoyartunnilin1 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/0/9/csm_Eysturoyartunnilin1_01_0fc1ff0fe2.jpg)
![Eysturoyartunnilin1 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/0/9/csm_Eysturoyartunnilin1_01_0fc1ff0fe2.jpg)
Listarverkið í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum hevur fingið skaða, og tað hevur ein maður møguliga eisini. Maðurin koyrdi ein bil sum rendi á sjálvt listarverkið nakað fyri middag í dag, sigur Útvarpið. Maðurin er fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Tunnilin var stongdur eina løtu í samband við hendingina men er nú opin aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo