Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Rent Your Car: JUST DRIVE bilútleigan er selt til Rent Your Car.

Tað er Michael Koba, sum eigur og hevur rikið fyritøkuna JUST DRIVE.

JUST DRIVE bilútleigan varð stovnað fyri seks árum síðani.

Michael Koba fer nú aðrar leiðir, nú hann hevur selt JUST DRIVE.

Rent Your Car hevur fimm ár á baki, og er ein av stóru aktørunum innan bilútleigan.

Eisini fáast teir við gistingingarvirksemi og annað ferðavinnuvirksemi.

Eigarar av Rent Your Car eru Jákup Breckmann, Tór av Skarði og Jógvan Breckmann.

Partarnir, ið eru samdir um ikki at upplýsa keypsprísin alment, eru sera fegnir um avtaluna og gleðast um keypið, sum uttan iva fer at gagna viðskiftafólkinum hjá JUST DRIVE og Rent Your Car.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo