Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Prísvøkstur saman við rentuhækkingum minkar um tøkupeningin hjá føroysku húsarhaldunum, og tað kann elva til, at húsarhaldini ikki longur kunnu bjóða eins høgar prísir við keyp av býli, sum frammanundan. Tað kann koma at tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum.

Í næstum fer rentustøðið at hækka, og tað hevur øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og aðra skuld í bankanum við sær. Hækkar rentan við 1 prosentstigi, skulu umleið 800 kr. meira um mánaðin gjaldast fyri hvørja lænta million krónur í rentuútreiðslum.

Eisini eru prísirnir á orku, tilfari og fleiri ráevnum dýrkaðir, og tað minkar somuleiðis um tøka peningin hjá føroysku húsarhaldunum. Komandi rentuhækkingarnar kunnu tískil saman við prísvøkstrinum elva til, at húsarhaldini ikki longur kunnu bjóða eins høgir prísir við keyp av sethúsi, sum frammanundan, og tað kann koma til at tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum. Hinvegin er eftirspurningurin eftir sethúsum framvegis nógv størri enn útboðið, serliga í miðstaðarøkinum, sum fyrst og fremst kemur av stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini.

Samanumtikið verður mett, at prísvøksturin, sum vit higartil hava sæð á sethúsamarknaðinum seinastu áleið 8 árini, fer at hæsa av, men tað merkir ikki neyðturviliga, at sethúsaprísirnir beinleiðis fara at lækka í stóran mun.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2022 her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo