At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Tað er vorðið dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið.

Hóast renturnar framvegis hækka, eru samlaðu býlisútreiðslurnar lækkaðar frá februar til mai við einum prosenti.

Prísirnir á brenniolju, ið fer til upphiting av bústøðum í Føroyum, eru lækkaðir næstan 13 prosent í miðal frá februar til mai. 

Tað tálmar tí annars stóra prísvøkstrinum.

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir meira enn fýra prosent frá mai 2022 til mai 2023. ​

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo