At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-12/2022 frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum er ríkisveitingin, t.e. í mun til inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum?

2. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum var ríkisveitingin í 2001?

3. Hvørjar hava inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið hesi árini við og eftir 2001, og hvussu stórur partur av inntøkunum hevur ríkisveitingin verið?

4. Hvørjar hava almennu útreiðslurnar verið hesi somu ár, og hvussu stórur partur av útreiðslunum hevur ríkisveitingin verið?

5. Hvør er føroyska bruttutjóðarúrtøkan í løtuni í mun til ta donsku og onnur grannalond, og hvussu stórur partur av føroyska BTÚ er ríkisveitingin?

Til nr. 1
Nýggjasta tøka uppgerðin yvir samlaða almenna búskapin, tað er land, kommunur og almennar sosialar grunnar, er fyri árið 2020. Talva 1 niðanfyri vísir inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum sosialum grunnum í mió. kr. og fyri árið 2020.

##med2##

Ríkisveitingin á 642 mió. kr. var sostatt út við 6% av inntøkunum hjá tí almenna og um 5% av útreiðslunum hjá tí almenna í 2020.

Víst verður eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-134/2020 eftir § 52 a í tingskipanini frá tingárinum 2020/21.

Til nr. 2
Talva 2 niðanfyri vísir inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum sosialum grunnum í mió. kr. og fyri árið 2001.

##med3##

Ríkisveitingin var 982 mió. kr. í 2001, og sostatt var hon út við 17% av inntøkunum hjá tí almenna og út við 21% av útreiðslunum hjá tí almenna í 2001.

Víst verður eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-134/2020 eftir § 52 a í tingskipanini frá tingárinum 2020/21.

Til nr. 3 og nr. 4
Í talvu 3 niðanfyri eru vístar inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum sosialum grunnum og ríkisveitingin síðani 2001.

##med4##

Víst verður eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-134/2020 eftir § 52 a í tingskipanini frá tingárinum 2020/21.

Til nr. 5
Nýggjasta uppgerðin av føroysku bruttotjóðarúrtøkini er fyri árið 2020. Tá var bruttotjóðarúrtøkan mett til 21,2 mia. kr. ella 404 tús. kr. fyri hvønn íbúgva. Roknast kann við, at føroyska bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn íbúgva vaks 4-5 % í 2021.

Bruttotjóðarúrtøkan í Danmark varð uppgjørd til 399 tús. kr. fyri hvønn íbúgva í 2020 og 428 tús. kr. fyri hvønn íbúgva í 2021 sambært Danmarks Statistik.

Torført er at sammeta føroysku bruttotjóðarúrtøkuna við ta íslendsku, norsku ella svensku, tí tá er neyðugt at rokna um til eitt felags gjaldoyra.

Talva 4 niðanfyri vísir bruttotjóðarúrtøku í USD fyri árini 2020 og 2021 býtt á fýra grannalond sambært uppgerð hjá OECD. At døma útfrá hesum – og um vit siga, at føroyska og danska bruttotjóðarúrtøkan eru á áleið sama stigi fyri hvønn íbúgva – ber helst til at siga, at føroyska bruttotjóðarúrtøkan er á sama stigi sum í okkara grannalondum, tó við undantaki av Noregi, har bruttotjóðarúrtøkan er nakað hægri.

##med5##

Ríkisveitingin á 642 mió. kr. var um 3% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni á um 21,2 mia. kr. í 2020.

Í sambandi við hendan fyrispurningin er neyðugt at nevna tað fyrivarnið, at danski staturin rindar fleiri útreiðslur í Føroyum, sum ikki eru taldar við í ríkisveitingina, og sum eru útreiðslur, sum sjálvstøðug lond vanliga hava og rinda.

Víst verður eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-134/2020 eftir § 52 a í tingskipanini frá tingárinum 2020/21.

Tinganes, 25. august 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo