Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hesir tríggir fara í dag undir umdyst um FM-heitið í talvi á Giljanesi. F.v. Rógvi Egilstoft ST, Luitjen Akselsson Apol HT, og Høgni Egilstoft Nielsen, ST. Høgrumegin sæst John Rødgaard. Her standa teir klárir til landsdyst í talv-OL í India í 2002.

Hesir tríggir fara í dag undir umdyst um FM-heitið í talvi á Giljanesi. F.v. Rógvi Egilstoft ST, Luitjen Akselsson Apol HT, og Høgni Egilstoft Nielsen, ST. Høgrumegin sæst John Rødgaard. Her standa teir klárir til landsdyst í talv-OL í India í 2002.

Hesir tríggir fara í dag undir umdyst um FM-heitið í talvi á Giljanesi. F.v. Rógvi Egilstoft ST, Luitjen Akselsson Apol HT, og Høgni Egilstoft Nielsen, ST. Høgrumegin sæst John Rødgaard. Her standa teir klárir til landsdyst í talv-OL í India í 2002.

Talvsamband Føroya: Tríggir endaðu javnir í Landsliðsbólkinum, tá árliga FM-kappingin í talvi var liðug í gjár. Neyðugt verður tí við umdysti í dag millum teir tríggjar. Tað áseta reglurnar.

Tað er bara komið fyri tvær ferðir, at tríggir eru endaðir í einum FM-umdysti í talvi. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi, og byrjað verður klokkan 14.00.

Reglur fyri umdystin
Umdysturin verður skipaður soleiðis, at allir telva móti hvørjum øðrum bæði við hvítum og svørtum. T.v.s. 6 talv tilsamans. Telvað verður við tíðini 15 minuttir + 10 sekund fyri hvønn leik.

Um framvegis stendur á jøvnum, verður telvað við tíðini 3 minuttir + 2 sekund.

Fylgjast kann við beinleiðis her

Hvør vinnur?
Tað er helst vónleyst at spáa um, hvør favorittur er í slíkum umdysti. Men Høgni Egilstoft Nielsen hevur tvær ferðir verið í FM-umdysti eftir hesum leisti, og báðar ferðir vunnið. Fyrru ferðina vann hann á Luitjeni.

Brøðurnir úr Sandavági eru tiltiknir kringir, tá ið flytast skal í skundi, og alt stendur í einum eldi. Eingin ampi sæst á teimum, tá harðast leikar á, teir dusa sær fimir og hugagóðir, tá ið brýtur í bæði borð.

Men Luitjen kláraði við svarta fólkinum at fella Høgna í góðum talvi í gjár, so sjálvsálitið eigur at verða kvinkað rætta vegin hjá honum.

Trettan FM-umdystir
Síðani farið var undir árligu FM-kappingarnar í talvi fyri einstaklingar í 1972, er tólv ferðir komið fyri, at tað hevur staðið á jøvnum í oddanum millum tveir ella fleiri telvarar.

Í ár er trettanda ferðin, at neyðugt er við umdysti. Aloftast hevur talan verið um tveir, sum eru endaðir javnir, men í ár er tað triðja ferðin, at tríggir eru í umdystinum.

Reglurnar fyri kappinginga hava øll árini verið, at umdystur krevst, um javnstøða er í toppinum. Fínteljingin, sokallaðu mótstøðustigini, eru ikki galdandi fyri javnstøðu í Landsliðsbólkinum og unglingabólkinum.

Fyrstu árini var umdysturin skipaður við vanligari leiktíð, fýra talv í alt, tvær ferðir hvíta fólkið og tvær ferðir svarta fólkið, men seinnu árini - síðan aldaskiftið, ella í 2003 - hevur kviktelving verið ásett til FM-umdystir.

Niðanfyri sæst, hvussu gingist hevur í undanfarnu tólv FM-umdystunum:

1976 - Luitjen Apol
Luitjen Apol, HT ½ ½ ½ 1 

Petur Eli Mikkelsen, GT ½ ½ ½ 0 

1978 - John Jacobsen
John Jacobsen, VT ½ 1 1 - 

Símun Absalonsen, KTF ½ 0 0 - ½

1979 - Jens Chr. Hansen
Jens Chr. Hansen, TT 1 0 1 1 3

J. P. Midjord, HT 0 1 0 0 1

1988 - Torkil Nielsen
Torkil Nielsen, ST 0 0 1 1 2 (FM)

Jens Chr. Hansen, TT 1 1 0 0 2

Torkil vann við javnleiki, tí hann hevði hægri mótstøðustig í sjálvari FM-kappingini.

1996 - Rógvi W. Rasmussen
Rógvi W. Rasmussen, HT 1 ½ ½ - 2

Torkil Nielsen, ST 0 ½ ½ - 1

Tað sama her - Rógvi hevði munin í mótstøðustigum, og tí gjørdist ikki neyðugt við einum fjórða talvi.

1998 - John Rødgaard
John Rødgaard, VT ½ ½ ½ ½ 2 (FM)

Heini Olsen, KTF ½ ½ ½ ½ 2

John Rødgaard hevði fyrimunin av betri mótstøðustigum í FM-kappingini, og stóð seg tí við javnleiki.

2000 - Flóvin Tór Næs
Flóvin Tór Næs, HT x 1 ½ 

Torbjørn Thomsen, KT 0 x 1 1

John Rødgaard, VT ½ 0 x ½

Her fingu vit fyrsta umdystin millum tríggjar telvarar. Kappast var upp á gamlan máta við vanligari leiktíð. Eitt talv um dagin. Umdysturin var á hvítusunnu á Hotel Hafnia. Óvæntað endaði favoritturin John Rødgaard aftast.

2003 - Martin Poulsen
Martin Poulsen, HT x 1 1 2

Ólavur Simonsen, KTF 0 x - 0

Flóvin Tór Næs, HT 0 - x 0

Annar umdysturin millum tríggjar telvarar. Hesaferð var FM-finalan avgjørd í kviktelving. Hetta árið vóru fleiri góðir útlendskir telvarar við í einum víðkaðum meistarabólki við sekstan telvarum. Reglan var tann, at besti føroyingurin vann FM.

Danin Kim Pilgård vann, skotin John Shaw var nummar tvey og norðmaðurin Eirik Gullaksen nummar trý - allir altjóða meistarar. Síðani vóru fýra telvarar javnir; íslendingurin Sævar Bjarnason og teir tríggir føroyingarnir, ið so máttu út í umdyst.

Hvør hevði 25 minuttir í part til talvið. Aftrat vórðu tíggju sekund løgd fyri hvønn leikin. Martin Poulsen og Flóvin Tór Næs telvaðu fyrst. Martin vann - næmingurin vann á lærumeistaranum. Síðani áttu Martin og Ólavur tørn. Fyritreytirnar vóru ikki sørt margháttligar, tí Ólavur kundi vinna FM-heitið, vann hann hetta talvið, tí hann hevði best mótstøðustig av teimum trimum frá høvuðskappingini. Men 18 ára gamli Martin Poulsen vann í sera dramatiskum talvi, ið endaði sum rættilig snartelving.

2005 - Carl Eli Samuelsen
Carl Eli N. Samuelsen, VT 0 1 / 1 2

Martin Poulsen, HT 1 0 / 0 1

Tvey kviktalv vórðu ásett til henda umdystin - 25 minuttir í part pluss tíggju sekund fyri leikin. Tað endaði 1 - 1. FM-heitið skuldi nú avgerast í einum sonevndum sudden-death talvi. Hvítur hevur tá seks minuttir og svartur fimm, endar tað javnt, vinnur svartur. Martin vann lutakastið og slapp at velja, hann valdi svarta fólkið, men tapti hetta avgerandi talvið.

2007 - John Rødgaard
John Rødgaard, VT ½ 1 

Martin Poulsen, HT ½ 0 ½

Aftur tvey kviktalv eftir somu reglum sum árini fyri.

2020 - Høgni Egilstoft Nielsen
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 0 1 / 1 1 3

Luitjen Akselsson Apol, HT 1 0 / 0 0 1

Fyrst tvey kviktalv, tað endaði javnt, síðani tvey snartalv, tá vann Høgni.

2021 - Høgni Egilstoft Nielsen
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 1 0 / ½ 1 

Martin Poulsen, HT 0 1 / ½ 0 

Og sama uppskrift sum árið fyri; javnt í kvikdystinum, men Høgni ger bart í snardystinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo