Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hevur tú sæð virðislønta filmin "Don´t look up", so kanst tú lætt ímynda tær, at tað er ikki nakar gamansleikur tá ein smágongustjørna rakar jørðina. Í dag kemur ein so tætt framvið okkum, at hon sæst - ikki við berum eygum men við einum kikara. Hon er til støddar umleið 100x45 metrar og hevur fingið navnið 2023 DZ2.

Tá sagt verður, at hon er nær, so er tað í rúmdarhøpi - hon er framvegis 175.000 kilometrar burtur. Tað hendir umleið hvørt 10. ár, at ein smágongustjørna er so nær okkum.

Ein onnur, sum vísindafólk hava rakt við, og sum kemur í 2046 ella millum 2047 og 2051, er nógv nærri okkum - ja, í veruleikanum so nær, at tað er ein møguleiki fyri, at hon kann raka jørðina. Hon hevur fingið navnið 2023 DW. Møguleikin fyri at hon rakar er 1:607 hava tey roknað seg fram til. Og tað er nógv í astronomiskum høpi. Støddin á tí gongustjørnini er áleið sum tann ið fer framvið okkum í dag ella potentielt nakað størri, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo