

Ein millión litrar av vatni hava oyðilagt stórar partar av einum hotelli mitt í Berlin, tí eitt risastórt akvarium knappliga tíðliga í morgun brast og alt vatni saman við yvir 1.000 fiskum skolaði út á gólvið.
Tíbetur var ikki so nógv fólk í móttøkuni, har akvariið stóð, men tvey fólk fingu skaða av hendingini.
Vegurin uttanfyri hotellið mátti stongjast eina løtu fyrrapartin, tí so nógv vatn og annað var komið út á vegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo