Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Lat okkum byrja við at siga, at hetta ikki er ein apríl søga.

Einaferð seinasta samdøgrið hevur eitt risastórt omanlop verið vestantil á Skúvoynni.

Harry Jensen úr Skúvoy sigur, at talan er um eitt sera stórt omanlop, og tað er á einum staði, har ongin hevði væntað, at tað fór at leypa.

Tey nevna tað uppi á Skorð, nærhendis Stórugjógv.

- Har eigur sera nógvur lomvigi um sumrarnar. Kanska er hatta eitt tað stórsta bergið í Føroym, har lomvigi eigur, sigur Harry Jensen í stuttari viðmerking við VP.

Undir lopinum er nú ein stór urð.

Strandfaraskipið Sildberin hevur nú fyrrapartin gjørt eina útferð við bygdarfólki at hyggja eftir lopinum.

Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið.

##med2##

##med3##

##med4##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo