Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Komandi vikuskifti verða forsterkararnir skrúvaðir for uppá 11, tá m.a. árhundraðsins rokkari og besti live-bólkur í Íslandi 2015 trína á pallin.

Tað verður ongin minni enn Bubbi Morthens, sum saman við sínum spaðarfrúm setur hol á Land í Eygsjón: Áfram Ísland! fríggjadagin 12. februar. Spaðarfrýrnar eru fýra rokkandi kvinnur, sum hvør sær eru kendar á íslendska tónlistapallinum, men sum her saman við Bubba eru komnar saman at hátíðarhalda, at 100 ár eru liðin, síðani kvinnur fingu valrætt í Íslandi. Bubbi og spaðarfrýrnar fara fyrst og fremst at spæla løg av útgávu teirra 18 konur, sum samstundis er 28. studioútgávan hjá Bubba, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli.

Leygardagurin verður ikki minni forkunnugur, tá tveir av hottastu tónleikabólkunum í Íslandi spæla. Fyrsti bólkurin á pallin er Ylja, sum er eyðkendur av sterku samljóðandi røddunum hjá sangarunum Bjartey Sveinsdóttir og Gígju Skjaldardóttir. Ylja spælir glaðan og rørandi indie/folk tónleik, sum er perfektur at byrja eitt leygarkvøld við.

Hin bólkurin, sum spælir hetta leygarkvøldið, er rokk-bólkurin Agent Fresco, sum uttan iva fer a lyfta takinum uppfrá við sínum progressiva tónleiki. Agent Fresco eru kendir fyri framúrskarandi framførslur, og ein ummælari segði eftir Iceland Airwaves 2015 at “Their music will make you angry for not being exposed to this kind of excellence before.”

Land í eygsjón: Áfram Ísland! verður í Norðurlandahúsinum 12.-20. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo