Vanliga verður sagt, at páskir eru fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur. Tann viðtøkan bleiv gjørd í býnum Iznik í 325.
Men í ár passar kalendarin ikki. Har stendur, at páskadagur er 21. apríl. Men fullmáni eftir várjavndøgur er 21. mars og næsti sunnudagur eftir tað er 24. mars.
Orsøkin skal finnast á kirkjufundinum í Iznik, býnum sum í dag liggur í Turkalandi, hin dagin í 325. Tí tá bleiv eisini samtykt, at várjavndøgur, tað er tá sólin stendur beint yvir miðkringinum ella ekvator, altíð er 21. mars.
Men so er bara ikki, og í ár og fleiri ár fram er várjavndøgur 20. mars.
- Kalendarin fylgir sólini, sum ikki altíð passar heilt saman við ringrásini hjá mánanum, sigur Claus Jørgen Clausen, sum veit nógv um forn- og stjørnufrøði, við videnskab.dk. Hann greiðir frá, at í 1800 gjørdi týski matematikarin Carl Friedrich Gauss eina algoritmu sum kundi finna rættu páskadagarnar, men sjálvt tann algoritman kann eisini taka feil.
Onkuntíð liggja várjavndøgur og fullmáni so tætt, at tað endar við skeivum fullmána. So er í ár, har várjavndøgur er 20. mars, men fullmánin kemur longu næstu nátt klokkan 1:43.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo