Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

NUMO: Rakstrarligu avbjóðingarnar og smalu marginurnar hjá nógvum av mjólkbøndrunum gera, at tað so við og við fara at fella fleiri frá.

Nakrir einstakir av mjólkbóndunum hava klárað at hildið úrslitið javnt gott í tíðarskeiðnum 2016 til 2020, og spjaðingin er vorðin størri í úrslitunum.

Hóast miðalúrslitið fyri 2020 ikki er so nógv øðrvísi enn 2016, so hevur økingin í bruttovinninginum og EBITDA – serliga stavandi frá stráfóðurstuðlinum - gjørt tað møguligt at gjalda nakað meira út sum løn og at betra um konsolideringina.

Nógv fjós í Føroyum eru gomul og niðurslitin, og tað eru í grundini sambært Búnaðarstovuni bert fýra fjós, sum lúka framtíðarkrøvini til djóravælferð, og tað er ikki óhugsandi, at innan stutta tíð fer talið á mjólkineytafjósum at minka enn meira, har tey flestu ella øll eru robotfjós. Henda endurnýgging krevur munandi íløgur.

Vit hava fingið upplýst, at við árslok 2022 eru væntandi sjey fjós, sum eru robotfjós. Vit hava fyrr víst á møguleikan at velta upp úr nýggjum fyri at fáa meira av stráfóðri fyri at minka um útreiðslurnar til fóður, og mann hetta saman við strukturrationaliseringum vera ein gongd leið fyri at betra um lønsemið í vinnuni og harvið eisini gera tað møguligt hjá vinnuni at gera neyðugu íløgurnar.

Roknskapargreiningin umfatar ikki 2021, men tað eru ábendingar um, at árið 2021 sum heild fer at roynast betri enn 2020 fyrst og fremst grundað á økta framleiðslu.

Sí greiningina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo