Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.
Spyrjari: Rósa Samuelsen, tingkvinna
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis-og mentamálum
Evni: Skerjingar á Sernámi

Spurningar:
- Hvørja heimild hevur Sernám til sjálvt at minka um virksemið innan dagstovnaøkið?

- Er landsstýrismaðurin kunnaður um og/ella hevur góðtikið ætlaðu tillagingarnar í virkseminum frá nú og til juni 2023?

- Veit landsstýrismaðurin at siga, hvør orsøkin er til, at starvsfólkatrotið er so stórt á Sernámi?

- Hvussu stóra játtan hevur Sernám fingið til at reka sítt virksemi, tíðarskeiðið 2019-2022 og hvussu stóra játtan er ætlanin at veita stovninum í 2023?

- Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðuriní sambandi við at tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað?

Viðmerkingar:
Barnarættindasáttmálin staðfestir m.a., at hóskandi lóggávulig og fyrisitingarlig tiltøk skulu setast í verk fyri at tryggja børnum ta vernd og umsorgan, sum er neyðug fyri barnsins trivna. Børnini skulu harumframt verjast í samsvari við tey aðalkrøv, sum myndugleikar hava ásett, við atliti at trygd, heilsu, starvsfólkatali og starvsfólkaførleika, umframt serkønari umsjón.

Á heimasíðuni hjá Sernámi stendur, at Sernám er tann stovnur, sum veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til m.a. dagstovnar. Í skrivi til dagstovnar og dagrøktir varð kunnað um, at vegna avmarkaða starvsfólkaorku á økinum, verður virksemið hjá Sernámi tillagað frá nú og fram til juni 2023.

Avmarkingarnar hava við sær, at dagstovnar og dagrøktir ikki fara at fáa sernámsfrøðiliga ráðgeving í hesum tíðarskeiði, undantikið akutt. Tænasturnar hjá Sernámi verða verða nú avmarkaðar til talu- og málmenningarøkið og rørslu- og sansamenningarøkið.

Avmarkingarnar bera við sær vanlukkuligar lagnur fyri børnini, sum ikki verða loftað, meðan tíð er. Tað er alneyðugt at raðfesta rætt á økinum og tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 16. september 2022
Rósa Samuelsen
Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo