

Á Stóru Dímun hava tey lagt seg eftir at gagnnýta møguleikarnar á oynni til fulnar, og fríggjadagin verður ein nýggj vøra at fáa, nevniliga tað tey kalla rótabryggið Maj.
- Hetta er hvørki øl, vín ella cider, so hetta er nakað heilt nýtt. Í Rúsuni hava tey tó kategoriserað tað sum vín, kanska tí alkoholstyrkin er á leið har sum vín plagar at vera, eini 14%, sigur Eva úr Dímun við VP.
Eva sigur, at røturnar verða "djúsaðar" í Dímun, síðani verður saftin send til Okkara á Velbastað og har tekur bryggjarin yvir og ger eina lidna vøru burturúr.
Nýggi drykkurin fer at kunna roynast á almennum tiltaki sum verður í Reinsaríðnum í Havn hósdagin frá kl 17 til 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo