Tá ið Brúarfoss kom á Havnina um 19.30 tíðina í kvøld, stóð Sløkkiliðið á bryggjuni, tí roykur var komin úr einum konteynara í lastini.
Sambært MRCC, so var roykurin staðfestur seinnapartin í dag, og hevði manningin borað hol á konteynaran og fylt hann við vatni.
Tað verður tí hildin brandvakt umborð á Brúarfoss, sambært MRCC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo