Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fríggjadagin 28. oktober fyllir Ruby Johannesen í Mykinesi 85 ár.

Ruby varð fødd í Syðradali í 1937, og longu sum 1 ára gomul kom hon vestur til Mykinesar til ommu sína, Lisu, at búgva.

Hjá ommu síni á Lækjuni í Mykinesi fekk Ruby eitt trygt og gott heim, og minnist við gleði  barnaárini saman við ommuni.

Lisa, omman, var søgufróð, og dugdi at siga frá, og tá Johanna Maria Skylv Hansen búði úti í Mykineshólmi, var hon von við at støkka inn á gólvi á Lækjuni, fyri at fáa Lisu at siga frá.  Tá plagdi Ruby at sita og lurta og fekk so nógv áhugavert at vita um hvussu lívið hevði verið í Mykinesi fyrr. Omman kendi og dugdi so sera væl at siga frá søgum, sagnum og ævintýrum, sum Johanna Maria skrivaði niður og Ruby lurtaði eftir og tók til sín.

At vaksa upp á útoyggj í Føroyum undir krígnum var kanska strævið, men eisini spennandi og hendingaríkt.

Vitin í Mykineshólmi var bumbumál, so har høvdu ensku hermenninir strangt eftirlit við flogførum, og harumframt var eitt útkikks hús uppi á Vátaføllum, har hermenn vóru á varðhaldi og til reiðar at ávara, um týskt bumbuflogfar nærkaðist.

Ruby vaks upp við leiki og spæli millum javnaldrar í Mykinesi, og sum hon vaks til, luttók hon í øllum vanliga arbeiðinum, sum eyðkendi bygdalívið tá. Hon lærdi at taka upp slakt, royta fugl, virka ull og allskyns handarbeiði. Tilkomin varð hon hoykona á Handanágarðinum, og fór eisini út í Hólm at tæna hjá vitameistara hjúnunum Lið.  Eitt skiftið varð hon eisini í Sandavági og tænti.

Ruby giftist við Jógvan Meinhardi Johannesen, í Stallhúsi, har tey giftust inn. Tá búði pápi Jógvan Meinhard, Ólavur, eisini í Stallhúsi og seinni flutti Lisa, omman, inn til teirra. Tað fall Ruby so sera natúrligt at átaka sær at passa tey gomlu í familjuni, umframt allar aðrar uppgávur, ið fylgja við einum húsarhaldi.

Ruby gjørdist einkja í 2018.

Ruby og Jógvan Meinhard fingu seks børn: Randi, Ólav Kaj, Hans Mikal, Eyðun og tvíburðarnar Sunnevu og Katrinu.

Umframt vanliga arbeiðið, sum fylgdi við ymisku árstíðunum, hevði Ruby fleiri álitisstørv.  Hon hevði í fleiri ár ábyrgd av at kirkjan varð væl røkt, og tá prestur er í oynni, gistur hon í Stallhúsi. Ruby hevði telefonstøðina í sjeyti árunum, hevði eitt skifti handil í kjallaranum og tá tyrlan byrjaði at flúgva í 1983, gjørdist hon avgreiðslufólk hjá tyrlutænastuni. Eisini hevur hon verið forkvinna í bygdaráðnum. Seinni arbeiddi Ruby sum heimahjálp, og gjørdi sítt til, at tey gomlu í oynni kundu vera búgvandi heima sum longst.

Heimið hjá Ruby og Jógvan Meinhardi, Stallhús, hevur altíð verið ein miðdepil og savningarstað í bygdini. Ferðandi eins og bygdafólk støkka inn á gólvið hjá Ruby, har er altíð nýbryggjað kaffi í kannuni og nýbakað køka á borðinum.

Og øll hava sitið væl við borðið hjá Ruby í hugnaliga køkinum í Stallhúsið.  Stillfør og vinalig bjóðar hon øllum gestum vælkomnum, tað verið seg kend ella ókend, høg sum lág, familja og vinir, útlendingar og føroyingar, øll vera móttikin uttan stórvegis hóvasták, og hon fær øll at kenna seg væl.

Í Mykinesi er baldrut um vetrarnar, og eisini um summarið kemur fyri, at fólk liggja veðurføst í fleiri dagar. Mong eru tey, ið hava fingið innivist hjá Ruby í Stallhúsið, tá tey ikki sluppu av oynni fyri veður.

Ofta er trongligt undir lonini, nú ommubørn og langommubørn fjølgast. Tey eru øll so sera røsk at vitja ommuna og langommuna, sum altíð hevur rúm fyri øllum.

Ruby dugir væl til hendurnar, altíð hevur hon okkurt handarbeiðið í gongd og stokkarnir eru ongantíð tigandi. Vakrar troyggjur, heitar hosur, húgvur og onnur pløgg hevur hon bundið til øll síni, og hon fírir ikki fyri at seyma og brodera til føroysk klæði.

Tilsamans eigur Ruby 18 ommubørn og 14 langommubørn, og til jólar og á føðingardøgum fáa øll somul góð og heit pløgg, sum omma/langomma í Mykinesi hevur virkað.

Hóast Ruby nú fyllir 85, er hon enn røsk og frísk. Yngsta dótturin, Katrina, rekur café og gistingarhús í Mykinesi um summarið, og tá ástendur, plagar Ruby at arbeiða og hjálpa Katrinu við at matgera, vaska, reiða upp og ganga til handa.

Góða Ruby, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 85 ára degnum, og takka fyri drekkamunnar og hugnaligar løtur hjá tær í Stallhúsi.

Vinfólk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo