40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar Kommuna: Í rúma tíð hava BankNordik og Runavíkar kommuna samskift um umbýti av hølum á Heiðavegi í Saltangará. Eftir uttanveltaðar metingar og eina drúgva tilgongd, gjørdust partarnir í dag endaliga samdir um, at Runavíkar kommuna keypir eyðkenda bankabygningin á Høgabóli á Heiðavegi 54. Bygningurin er staðsettur á matr. no. 73, Glyvra bygd. Samstundis er semja gjørd um, at bankin, umvegis eitt leigumál við kommununa, flytir bankadeildina í býnum inn í hølini á Heiðavegi 13, har ið VisitRunavík (Kunningarstovan) hevur hildið til í nøkur ár.

Tað var á býráðsfundinum hin 30. juni í 2022, at býráðið einmælt tók undir við at keypa bankabygningin á Høgabóli til fyrisitingina hjá kommununi, samstundis varð samtykt at selja verandi kommunuskrivstovu og at leiga BankNordik hølini á Heiðavegi 13. Fíggjarnevndin hevði á fundinum hin 27. juni 2022 - í einmæltari samtykt - latið býráðnum upp í hendur at taka endaliga støðu í málinum.

Umskipingin, sum nú liggur í kortunum, fer at taka nakað av tíð. Í løtuni fæst Spf. Byggiverk við at umvæla hølini millum Bókabúðina og komandi bankadeildina - til VisitRunavík at húsast í, og ímeðan virkar Kunningarstovan í leigaðum hølum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í somu gøtu. Væntandi flytir VisitRunavík inn í nýggj hølir um miðjan mars. Holm Bygging fer nú undir at umvæla og seta í stand hølini, sum BankNordik í leigumáli skal virka í tey næstu árini, og væntandi kann bankin flyta av Høgabóli inn í nýggja deild á Heiðavegi 13 einaferð í apríl/mai mánaða. Tástaðni kann farast undir at flyta fyrisitingina hjá kommununi inn á Høgaból, og væntandi kann tað, um alt gongur eftir ætlan, gerast fyri summafrítíðina í ár. Verandi kommunuskrivstova verður lýst til sølu í almennum útboði, og kann tann sølan avgreiðast sum tað seinasta í hesi manøvruni, ið kemur at ávirka gerandisdagin hjá lutfalsliga nógvum fólki í eina tíð. Hinvegin verður alt gjørt fyri, at tey, sum hava ørindir hjá hesum ymsu høpunum, koma at vera so lítið ávirkað av umskipingunum sum yvirhøvur gjørligt.

Les meira

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo