Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- Viðmerkingar til fíggjarkarmin 2024

Fyri 8 árum síðan lá nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu og riðaði báðumegin við eina álíkning. Stórar útbyggingar - og ikki minst yvirtøkan av eldraøkinum - vóru høvuðsorsøkin til táverandi støðu. Politiskt hevur verið lagt nógv fyri at fáa skuldina niður á eitt hóskiligt støði aftur, og støðugar góðar búskaparligar tíðir hava hjálpt væl til soleiðis, at skuldin nú er komin niður ímóti eini hálvari álíkning, hóast ein rímiligan kommunalan aktivitet hesi árini. Av nógvum orsøkum er tað skilagott at ansa eftir skuldini. Skilagóðar ætlanir, sum eru til frama fyri lokalsamfelagið, kunnu bráðliga taka seg upp, og rentan gerst nú aftur ein tyngjandi byrða.

Viðvíkjandi eldraøkinum kom Runavíkar kommuna at standa sera illa fyri mótvegis fíggingarlyklinum, sum Fíggjarmálaráðið tá fekk samtyktan. Síðan 1. januar 2015 fram til ársenda í 2023 (2023 sambært FÆ23) eru 114,2 milliónir krónur brúktar úr kommunukassanum – afturat afturberingini úr landskassanum – til tess at fíggja eldraøkið. 41,9 mió. kr. til íløgur og 72,3 mió. kr. til rakstur. Runavíkar kommuna er partur av samstarvinum Roðin, sum Sjóvar- og Nes kommunur eisini eru partar av.

Táið vit tíðliga í hesum árinum fóru undir at fyrireika fíggjarætlanina fyri fíggjarárið 2024, var útgangsstøðið tað siðvanda, at halda seg konservativt/realistiskt til eitt ókent ár – grundarlagið var gongdin í verandi ári, árini undan, og leysar metingar frameftir annars.

Tað er nú einaferð soleiðis, at ein kommuna er undirliggjandi umsitingar/politiskt høpi í mun til landspolitiska myndugleikan, ið situr við lóggávu- og kunngerðarvaldinum. Stutt fyri jól í fjør tóku tríggir flokkar saman og skipaðu seg í eina landsstýrissamgongu. Samgonguskjalið boðaði sjálvandi frá stórum broytingum, sum av góðum grundum ávirkaðu búskapin hjá kommununum, tað hevur nú ikki verið óvanligt líkamikið hvør ið koalitiónin hevur verið, men hesaferð bar av, og fyri Runavíkar kommunu er búskaparligi- og fíggjarligi skelkurin so stórur, at hon nú má repa seglini av álvara, skal hon ikki sigla seg út í vandasjógv orsaka av landsstýrisins rikna politikki. Kommunan er millum tær størru kommunurnar í tí serstøðu, at so at siga ongi almenn størv og stovnar eru í økinum, tí er hon serliga tengd at einum vinnulívi, sum fær líkindi til at trívast og mennast.

Tá CEF samgongan tók saman um heitið “Saman eru vit sterk”, hava tey ivaleyst ætlað at styrkt seg saman við onkrum, men ofta er avleiðingin, at onkur viknar samsvarandi. Tað var tað sum hendi í okkara føri.

Lønarlyft, lønarvøkstur, styttri arbeiðsvika, uppnormeringar o.o.fl. eru nøkur av nógvum blomstrum í samgonguskjalinum. Ivaleyst taka tey flestu undir við hesum, men onkur skal taka sær av fíggjarligu avleiðingunum, og í hesum førinum vera tað fyri tað nógva bý- og bygdarráð, umboðandi skattaborgaran, ið koma at taka upp eftir grandiosu lyftunum frá sitandi landsstýri. Løgmaður boðaði frá einari kompensatión í mun til lønarlyftið í røðuni á ólavsvøku, við at flyta ein pensiónsfrádrátt frá kommununum til landið, - annars raka hesar politiskt disponeraðu útreiðslur fyri tað nógva kommunukassarnar. Ristar vera breiðar álir av annara herðum.

Á vinnumótinum eru hendar og fara at henda nógvar broytingar, ið hava órógv við sær og harvið avleiðingar fyri eina kommunu sum okkara. Veiðigjøldini eru broytt og lovorðini um javnvigandi afturbering til raktu kommunurnar hvurvu sum døgg fyri sól. Tøkugjøldini, sum gingu so nær, at vandi var og er fyri fleiri hundrað arbeiðsplássum, bara á einum virki, tykjast vera komin fyri at vera, og kompensatiónin til kommunurnar, sum hevur verið nógv umrødd millum partarnar, verður heldur ikki nevnd við einum orði í løgmansrøðuni á ólavsvøku. Flakavirkini í Føroyum hava tungan rakstur, tað vita tey flestu, og tað var steinur oman á byrði, táið Fiskimálaráðið í einum høggi tók makrelin - 2022-kvotuna - frá flakavirkinum Faroe Origin í Saltangará. Herrópið stuðul var avgerandi, og tí var tað kanska ikki stuðul, táið onkur annar annars varð stuðlaður og leskaður við sama kvantum av makreli.
 
Tá árið 2023 var hálvrunnið, setti landsstýrið havnastongsul í verk ímóti russiskum skipum, og álopskríggið hjá russum í Ukraina er sjálvandi orsøkin, - tað kann ongin verja. Líkamikið hvat ið fólk annars meina um stongsulin, so hevur hann fyri Runavíkar havn, næststørstu havnina í landinum, ta avleiðing, at nettovinningurin minkar við einari helvt. Stongsulin hevur kortini størri ávirkan enn hetta, eisini fyri kommununa, tí ein hálv milliard krónur fer eftir bestu meting úr peningaumfarinum hjá tænastuvinnuni í Eysturoy og Norðoyggjum, og tað fer at síggjast aftur í kassunum.

Sum signalpolitikkur mótvegis øðrum enn russum kann havnastongsulin helst vera skilagóður, men sum revsing mótvegis russum ger hann ongan sum helst mun, helst er hann ein fyrimunur fyri fiskiveiði teirra, nú teir avgreiða síni viðurskifti uttanfyri føroyska fiskimarkið undir ongum eftirliti yvirhøvur.

Táið farið varð undir at byggja eina svimjihøll í Runavík til ein ætlaðan kostnað á 165 mió. kr., søkti Runavíkar kommuna um at fáa MVG´gjaldið á umleið 9,8 mió. kr. afturborið. Tað er ikki óvanligt, ja, heldur vanligt, at bygningar av slíkum slagi fáa MVG´ið afturborið, og enntá eru onkrir teirra undirdíktir í almennum stuðli – bæði til íløgu og rakstur. Hóast umbønin varð borin víða um, - ønti ongin aftur. Eftir øllum at døma ætlar Fíggjarmálaráðið at fáa smáar 10 mió. kr. burturúr tí, at Runavíkar býráð samtykti at fara undir hesa verkætlanina, og tær kunnu so brúkast aftur til at veita onkrum øðrum prosjekti, sum stendur nærri høkuskegginum á valdshavarunum, sum stuðul til eitthvørt. Ein og hvør er sær sjálvum næstur er eftirhondini einasta landspolitiska kreddan, og Eysturoyggin eigur ongan góðan vin á tingi.

Samanumtikið er støðan samsvarandi tí nevnda omanfyri nú vorðin hon, at Runavíkar kommuna, sum helst stóð ringast fyri, nú slysálopini úr Tinganesi raktu, má repa seglini álvarsliga. Raksturin fáa vit ikki broytt avgerandi, hann hongur nú einaferð somikið fastur í so nógvum íbundnum træðrum, at hann kvinkast lítið og onki. Tey seinastu nógvu árini hava vit roynt at hildið rakstrarvøkstrinum niðri á 3%´um um árið, men gávuhýrurin hjá CEF-samgonguni spennir raksturin upp á í minsta lagi 5% - um tað forslær. Skattaprosentið kann ikki setast niður, hóast tað er í hægra lagi, tí so máast grundarlagið undan íløgufænum, eisini teimum íløgunum, sum longu eru settar í gongd. Rentuútreiðslurnar vaksa og á sama hátt rentustuðulin – hesin tí at landsmyndugleikin ikki hevur megnað at tikið seg saman til at gera nakað við hesa vitleysu skipan, sum bara fíggjarstovnarnir fáa nakað burturúr, meðan rentan øll hesi seinru árini hevur verið metlág, ja, fyri innlánini stundum negativ. Partafelagsskatturin fer at minka munandi av rikna landspolitikkinum – umvegis hækkaði veiði- og tøkugjøld og eisini tí at landsstýrið hevur skert virksemi við føroyskar havnir. Persónsskatturin er týdningarmesta og mest støðuga inntøkan hjá einari kommunu, men standa fleiri hundrað skattainntøkur á lopi til at blíva burtur, orsaka av politikki samgongunar, ja, so kann hóttafall eisini koma á hendan serliga vitala partin av kommunala húsarhaldinum. Umframt hetta er ein størri vøkstur væntandi í útreiðslunum á eldraøkinum, sum eisini skal fíggjast úr kommunukassanum.

Runavíkar kommuna verður ein onnur í 2024, enn vit høvdu roknað við, tá ið vit byrjaðu at virka eftir verandi fíggjarætlan (FÆ2023). Tað ber ikki annað til enn at gera eina meting um fíggjarligu viðurskiftini í 2024, men sum fíggjarligu kringumstøðurnar nú háttaðu seg, sum vit onga ávirkan hava havt á, er metingin, at Runavíkar kommuna fer at hava 25,5 mió. kr. minni til íløgur at ráða yvir, enn fíggjarætlað varð fyri verandi ár (2023).

Við stórum fólkavøkstri og vaksandi tørvi á fasilitetum á dagstovna- og skúlaøkinum m.a., sum hava ligið í kortunum at fara undir, og sum høvdu verið settir í verk í næstum, um hendan fíggjarliga interveneringin ikki kom sum eitt brádliga ákomið vambakast, má kalt vatn sláast í blóðið, tí ráðini vera ikki tey somu sum væntað.

Umframt hetta eigur býráðið eisini at endurskoða verandi verkætlanir, sum eisini kunnu fáa eitt skot fyri bógvin, nú sitandi landsstýrið hevur verið orsøkin til, at búskapur kommununar er tódnaður so álvarsliga, at Runavíkar kommuna, frá at hava siglt í undangongu, nú hevur rent seg í ein andróður, sum verður stríggin at rógva ígjøgnum.

Vit leggja kortini ikki árarnar inn, tað liggur ikki til, men harfyri er tað skyldan hjá einum býráði at fyrihalda seg til tann veruleikan, sum tað til eina og hvørja tíð er ein partur av.

-----------

Á býráðsfundinum í kvøld (31. august 2023) tók býráðið undir við uppskotinum til fíggjarkarm fyri árið 2024, harvið er býráðið farið undir at fíggjarætla kommunala virknaðin fyri næsta ár. Fíggjarætlanin, sum tekur støði í fíggjarkarminum, ið nú er samtyktur, skal hava tvær viðgerðir og vera latin landsmyndugleikanum áðrenn 1. desember í ár.
 
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo