Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fiskiveiðusáttmálin við Russland hevur alstóran týdning fyri Føroyar, tað eru helst øll samd um. 

Um hesi áralongu rættindi brádliga gleppa okkum av hondum, vera vit sum fiskivinnutjóð munandi verri fyri.

Hetta fer at raka hundraðtals føroyskar familjur og eisini fleiri av okkara fremstu vinnufyritøkum. 

Spurningurin er, um vit megna at gera nakað við hetta. Tað besta hevði verið um stríðandi partarnir høvdu funnið fram til semju. Hesum ynskja og biða nógvir føroyingar eftir, men kunnu vit gera nakað við hetta? 

Av øllum hugskotum og uppskotum, sum higartil hava verið frammi alment, tykist mær uppskotið frá Kai Leo Holm Johannesen, tinglimi og fyrrverandi løgmanni at vera áhugavert og vert at royna.

Kai Leo skjýtur upp í grein nú um dagarnar, at Føroyar skulu royna seg sum semingspartur í stríðnum millum Rusland og Ukraina - og hví ikki?

Ger eingin nakað fyri at skapa frið, so verður eingin friður.

Tað eru tveir partar, sum stríðast. Alt tyktist at byrja við, at russar kravdu, at ávísir ukrainskir landspartar skuldu geras sjálvstøug lond. Alt annað líka – so átti hetta at verið søtur tónleikur í oyrunum á loysingarsinnaðum føroyingum.

Ein áhugaverdur spurningur er, hví hesir landslutir ikki kunnu sleppa at avgera sína framtíð við fólkaatkvøðu? – sjálvandi undir altjóða eftirliti.

Táið spanskir og bretskir landslutir akvøddu um sjálvstýri, hildu ávísir føroyingar seg ikki aftur, men gjørdu nógv um seg og stuðlaðu teimum, sum ynsktu at loysa frá ávikavist Spania og Bretlandi.

Eitt er givið – Tað hevði gagnað Føroyum og øllum heiminum um semja fekst í lag millum Russland og Ukraina

Higartil hava vit bara frætt um turkiska forsetan Erdogan, sum hevur roynt seg sum semingspartnara.

Sviar, sum annars siga seg vera friðarelskandi, løntu honum við at brenna eina eftirgjørda dukku av honum.

Mítt uppskot er, at Føroya landsstýrið til dømis saman við føroysku fólkatingslimunum taka uppskotið hjá Kai Leo til eftirtektar.

Hvør veit, um tað ikki kundi eydnast?

Um so var, hevði nógv verið vunnið. Í øllum førum er vert at kanna, um tað ber til.  

Absalon Absalonsen     

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo