Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Russiska flogferðslan er ein av geirunum, sum er harðast raktur av revsitiltøkunum, skrivar The Moscow Times.

Sanksjónirnar av krígnum í Ukraina gera, at russisk flogfeløg ikki fáa eykalutir til flogførini.

Sambært The Insider øktist talið av álvarsomum og minni álvarsomum vanlukkum dramatiskt frá miðskeiðis í fjør, fáar mánaðir eftir at sanksjónirnar vóru settar í gildi.

The Insider heldur at økingin í vanlukkum komst av, at russiska flogferðslan var ikki fyrireikað, tá ið sanksjónirnar raktu landið.

Níggju flogfeløg góvust at flúgva í fjør. Fýra av hesum mistu loyvi at reka flúgving, skrivar russiska avísin Kommersant.

Sambært The Moscow Times vóru tað 130 álvarsamar hendingar, íroknað 28 flogvanlukkur, í 2022.

Tað er ein øking frá árinum fyri, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo