

Tað er ikki bara Yandex sum hevur trupulleikar av nýggja markinum hjá russum - tað hevur russiska sendistovan í Svøríki eisini, skrivar norska Nettavisen.
Í twitterboðum týsdagin 17. januar vísir sendistovan yvirlit yvir europeiskar bensinprísir. Í yvirlitinum sæst at Ísland og Noreg hava hægstu prísir, meðan Russland og Hvítarussland hava nógv teir lægstu.
Men kortið hjá russisku sendistovuni vísir, at bæði Krim-hálvoyggin og tey fýra nýggju økini í Ukraina, sum Russland sigur seg hava hertikið, eru ukrainsk.
Someone is off to the gulag: https://t.co/p5WQ2TlAeR pic.twitter.com/eQrGZGbZod
— Eliot Higgins (@EliotHiggins) January 17, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo