

Russiski hermaðurin Vadim Shishimarin er í dómstóli í Ukraina dømdur lívlangt fongsul fyri krígsbrotsverk í sambandi við innrásina hjá Russlandi í Ukraina.
Tað skrivar ukrainska tíðandanetsíðan Hromadske, skrivar VG.
Shyshimarin er sostatt tann fyrsti sum verður dømdur fyri krígsbrotsverk eftir russisku innrásina.
Russiski hermaðurin viðgekk í rættinum at hann hevði dripið ein 62 ára gamlan mann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo