Tað er einki samband millum álopið á Krim-brúnna og avgerðina hjá Russlandi at suspendera sína luttøku í Svartahavsavtaluni um kornútflutning, sum skuldi geva Ukraina møguleikan at útflyta korn trygt frá sínum havnum við Svartahavið.
Tað sigur talsmaðurin í Kreml, Dimitrij Peskov, sambært TV 2.
Peskov sigur, at støðan hjá Vladimir Putin forseta var kend áðrenn álopið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo