

Tveir álopsmenn fóru at skjóta á skotbreyt tætt við markið til Ukraina, sambært verjumálaráðnum í Russlandi, sum sigur 11 persónar doyðu, skrivar NRK.
Og 15 persónar vóru særdir, upplýsur verjumálaráðið í Moskva seint í kvøld.
Tveir borgarar frá fyrrverandi sovjetstatum fóru at skjóta undir eini venjing á herstøð, og «báðir eru dripnir» verður sagt frá verjumálaráðnum, skrivar AFP.
#BREAKING 'Terrorist' attack on Russian military site leaves 11 dead: agencies pic.twitter.com/GvEm7gB3nV
— AFP News Agency (@AFP) October 15, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo