Russiski forsetin, Vladimir Putin, er varur við støðuna sum í løtuni fer fram viðvíkjandi Jevgenij Prigozjin, Wagner-leiðara, skrivar TV 2.
Tað skriva fleiri russiskir miðlar, teirra millum Tass og Interfax, sum endugeva talspersónin hjá Kreml, Dmitrij Peskov.
Øll neyðug tiltøk verða sett í verk, verður sagt. Hvat tað neyvt merkir, skriva ríkismiðlarnir einki um enn, skrivar TV 2.
Korrespondenturin hjá TV 2, Claus Borg Reinholdt, sigur, at Russland er í hægstu tilbúgving, sum merkir, at millum annað løgreglan fyrireikar seg til, at okkurt kann henda, ikki minst í Moskva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo