Russland hevur í dag skotið fleiri ávaringarskot eftir farmaskipinum "Sukru Okan" sum siglir undir palauiskum flaggi.
Russar siga, at skipið ikki vildi steðga tá tað varð biðið um tað, so eftirlit kundi gerast umborð. Skipið steðgaði og russar fóru umborð úr tyrlu. Løtu seinni slapp skipið at halda fram.
Skipið hevði kós ímóti ukrainska havnarbýnum Izmajil har suðri í landinum. Talan er um eina av stóru avskipingarhavnunum fyri landbúnaðarvørur úr Ukraina.
Russland og Ukraina eru tveir av heimsins størstu kornútflytarum, og til 17. juni var ein avtal ímillum londini um, at farmaskip sum flyta korn og matvørur skuldu ikki darvast av krígnum ímillum londini. Men avtalan er ikki í gildi longur, og nú hava londini bæði boðað frá, at tey tilskila sær rætt at søkkja farmaskip hjá mótpartinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo