Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur í dag skrivað undir eina nýggja fyriskipan sum tekur ræði á ognum hjá eitt nú danska bryggjarínum Carlsberg umframt eisini virksemi hjá øðrum útledskum fyritøkum í Russlandi. Tað skrivar tíðindastovan Tass.

Carlsberg hevur annars boðað frá, at russiski parturin av virkseminum er um at vera seldur, treytað av ymsum góðkenningum. Men eftir øllum at døma er nú óvist hvussu verður við tí.

Fyriskipanin nevnir Carlsberg við navni, umframt eisini svensku fyritøkuna Danone sum ger ymsar mjólkaúrdráttir.

Russar hava áður nevnt møguleikan at leggja hald á ognir hjá vesturlendskum fyritøkum í landinum, sum aftursvar uppá at fleiri vestanlond hava lagt hald á russiskar ognir eftir at Russland leyp á Ukraina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo