

Russisku myndugleikarnir viðganga at hava mobiliserað yvir 9000 russar til kríggið móti Ukraina, skrivar óhefti russiski miðilin Novaya Gazeta.
- Yvir 9000 borgarar vórðu ólógliga mobiliseraðir, sigur stjórnaradvokaturin Igor Krashnov, sambært TV 2.
Teirra millum eru persónar, sum av heilsuorsøkum undir ongum umstøðum áttu at verði mobiliseraðir, upplýsti Krashnov á fundi við russiska forsetan Vladimir Putin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo