Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

6. flokkur á Eysturskúlanum var við í fiskikappingini við Westward Ho herfyri. Tey vunnu ikki fiskikappingina, men tey fingu størsta toskin, sum vá væl yvir 14 pund. Toskurin var so stórur at Ruth og Lý báðar máttu hjálpast at at fáa hann um lúnningina.

Heiðursløn verður eisini givin fyri størsta fiskin. Tað vóru teir báðir Gunnar Oluf og Ólavur Weihe frá Jógvan Weihe pf., sum handaðu teimum báðum gentunum tvær snotiligar toskatráður.

Nakað varð gjørt burturúr í morgun. Jens Marius Poulsen greiddi vegna Sluppvinir frá um Westward Ho og fortaldi nakrar røvarasøgur úr slupptíðini, m.a. um hvussu manningarnar góvu skiparanum lús, fyri at fáa hann at sigla heim.

Steypahandanin til vinnararnar av sjálvari fiskikappingini millum 6. flokkar verður týsmorgunin í Skúlanum á Argjahamri.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo